1473793731
Eitt ljós á gøtu míni

Advertise on podcast: Eitt ljós á gøtu míni

This podcast has
100 episodes
Language
English
Explicit
No
Date created
2019/07/22
Latest episode
2026/06/07
Average duration
18 min.
Release period
13 days

Description

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi. Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.

Unlock Eitt ljós á gøtu míni podcast Email contact info,
Listeners & Audience details

Email contact information

Direct podcast contact details

Listeners

Audience numbers & engagement insights

Audience details

Podcast Insights

Podcast episodes

Check latest episodes from Eitt ljós á gøtu míni podcast


Rík í Gudi
2026/06/07
Við líknilsinum um hin ríka mannin undirstrikar Jesus, hvat ið veruliga hevur týdning fyri okkum, tá ið Guð kemur at heimta okkara sál. Alt heimsins ríkidømi kann tá ikki hjálpa okkum! Nei, tá er tað eitt heilt annað slag av ríkidømi, sum er avgerandi fyri okkum, nevniliga hetta, at vera rík í Gudi! (Evangelium: Luk 12,13-21).
Tit skulu fáa kraft!
2026/05/25
Ápostlarnir kendu seg óiva máttleysar, tá Jesus fortaldi teimum, at hann skuldi fara heim aftur til faðirin. Hvat kundu teir gera, um Jesus ikki var hjá teimum? Hvussu kundu teir yvir høvur boða gleðiboðskapin uttan Jesus? Sjálvandi kendu teir seg máttleysar! Men áðrenn Jesus fór heim til himmals, troystaði hann sínar vinir og segði: “Tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini” (Áps 1,8).
At kenna Jesus
2026/05/10
Vit kunnu ikki fáa felagsskap við Gud uttan Jesus! Jesus sigur tað eisini sjálvur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Vit læra Gud at kenna við at læra Jesus at kenna. Men tann, sum ikki kennir Jesus, kennir heldur ikki Gud. Tað er sostatt avgerandi fyri okkum at kenna Jesus!
Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!
2026/04/05
Okkara kristna vón er ikki bygd á eina blinda trúgv. Harafturímóti kunnu vit við góðari grund trúgva, at eitt veruligt uppreisnarundur er hent! Tað, at hetta undrið veruliga er hent, gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt innihald. Deyðin er als ikki endin! (Prædika til páskadag. Epistul: 1 Pæt 1,3-9. Evangelium: Matt 28,1-8. Sálmur: Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!).
Jesu tænasta
2026/04/02
“Harri, tváar tú føtur mínar? … Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!” (Jóh 13,6 og 8). Skal Jesus virkuliga tæna mær? Er tað ikki eg, sum skal tæna honum? Ja, soleiðis hugsa vit kanska. Og tað er satt, at vit sum kristin eru Jesu tænarar. Men Jesu tænasta fyri okkum er kortini óendaliga nógv størri, enn okkara tænasta fyri honum!
Harri, tað er gott, at vit eru her!
2026/03/19
Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju.   Prædika Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: «Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!» Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: «Reisið tykkum upp og óttist ikki!» Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: «Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum» (Matt 17,1-9).   “Andsfyltir dagar eru ofta róligir dagar”, hevur ein sagt. Fyri hesar tríggjar lærusveinarnar tóktist hesin túrurin óiva at vera ein heilt vanligur og róligur túrur niðan á fjallið fyri at hvíla seg og at biðja saman við Jesusi. Lærusveinarnir væntaðu nokk ikki, at tað heilt villa fór at henda har uppi. Men sum sagt eru andsfyltir dagar ofta róligir dagar. Í januar mánaði er tað siðvenja hjá prestunum at fara til Viðareiðis til kyrrudagar. Har hendir heldur ikki tað heilt villa. Tað eru stillir og róligir dagar, har ið ein hugsavnar seg um Jesus og er í bøn. Men mínar persónligu royndir siga mær kortini, at tað ofta er í kvirru og bøn at Andin sleppur fram at. Kyrrudagarnir eru eisini andsfyltir dagar! Í sær sjálvum kann ein heilt vanligur gongutúrur úti í náttúruni eisini vera ein andsfyltur túrur, har ið ein merkir Guds nærveru í hansara undurfulla skapanarverki! Sjálvur havi eg ikki verið vitni til slíkt, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin, men kortini eiga vit ikki at forsmáða teir heilt vanligu gongutúrarnar! Og onkuntíð hendir okkurt heilt óvæntað. Tá eg var smádrongur, fortaldi omma mín, Jensa, mær ofta um eina heilt serliga hending, sum langabbi, Palli, upplivdi, tá ið hann var ein ungur maður. Í Keraldinum nr. 18 frá 2018 kann man eisini lesa um júst hesa somu hending: “Dánjal Pauli Højgaard, betur kendur sum Gamli Palli ... varð umvendur, tá ið hann var 26 ára gamal. Hann hevur ofta sagt frá hesum nakað soleiðis: Ein dagin hann var í ferð við at seta hegn upp, kallaði Gud ógvuliga sterkt á hann. Hann var sorgarbundin, tí hann kendi seg at vera í syndaneyð, men mitt í øllum hoyrdi hann eina rødd siga: “Palli, Jesus doyði á krossinum fyri alla verðins synd, eisini tínar!” Hann tveitti amboðini frá sær og rann heim til konu sína og segði henni, at nú var hann frelstur, tí hann hevði sjálvur hoyrt Jesus siga, at hann var deyður fyri sínar syndir. Hetta broytti hansara lív.” Hetta eigur eisini at minna okkum á, at vit liva lívið her á fold við einum opnum himli, og at Gud kann brádliga grípa inn í okkara lív á ein undurfullan hátt! Hetta var júst tað, sum hendi, tá Jesus tók Pætur, Jákup og Jóhannes við sær niðan á fjallið!   Bjart lýsir sólin, mildari er mánin, glógvandi himmalsins stjørnulind; meir ljómar Jesus, meir lýsir Jesus enn himmalsins øll glæstrimynd.   Vøkru orðini í sálminum Dýrasti Jesus hóska so væl saman við hesum, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin. Hetta hevur eisini verið ein heilt serstøk hending, sum hevur brent seg óloysiliga fast í minnið hjá teimum. Teir vóru eygnavitni bæði til Jesu hátign, og eisini til hansara líðing og deyða. Og Jesu umbroyting á fjallinum skal nevniliga síggjast í ljósinum av Jesu líðing, deyða og uppreisn! Talan var ikki um nakra mótsøgn millum Jesu hátign og Jesu líðing. Tvørturímóti var Jesu líðing og deyði fullkomiliga í tráð við allar Skriftirnar! Seinni váttar Pætur og sigur: “Tað vóru ikki snildiliga samanpentaðar søgur, sum vit fylgdu, tá ið vit kunngjørdu tykkum várs harra Jesu Krists mátt og komu, men vit høvdu verið eygnavitni til hátign hansara. Tí at hann fekk av Guði faðir heiður og dýrd, tá ið ein tílík rødd kom til hansara frá hini hátignarmiklu dýrd: “Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til”” (2 Pæt 1,16-17). Talan var als ikki um samanpentaðar søgur. Tvørturímóti var talan um eina uppfylling av lyftunum í Gamla Testamenti! Hetta er eisini tað, sum Jesus undirstrikar í einum øðrum samanhangi: “Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg” Jóh 5,39). Skriftirnar vitna um Jesus! Júst hesin sannleikin verður opinberaður fyri lærusveinunum, tá ið bæði Móses og Elia koma til sjóndar og samtala við Jesus hesa heilagu løtu uppi á fjallinum. Hjá Lukasi fáa vit eisini at vita, hvat teir samtalaðu um: “Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem” (Luk 9,30-31). Samtaluevnið snúði seg sostatt um tað, sum Jesus skuldi fullføra í Jerúsalem og uppi á krossinum, har ið hann jú, áðrenn hann gav upp andan, rópti: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Jesus kom inn í henda heim fyri at fullføra Guds frelsuætlan við tær og mær! Sostatt kunnu vit eisini siga, at Jesus, Móses og Elia samtalaðu um teg og meg har uppi á fjallinum. Jesu gerningur á krossinum snýr seg jú um teg og meg og okkara frelsu! Í undanfarna kapitlinum hjá Matteusi lesa vit um Kristusjáttan Pæturs: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs” (Matt 16,16). Og vit lesa eisini, at Jesus frá teirri stund tók “...at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur” (Matt 16,21). Hetta fataðu lærusveinarnir als ikki. Pætur tók enntá Jesus til síðis og segði við hann: “Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!” (Matt 16,22). Pætur og hinir lærusveinarnir fingu ikki Jesu líðing at hanga saman við Jesu hátign. Men júst hetta var boðskapurin til teirra: Jesus fer ígjøgnum líðing og deyða sum tann, ið hann veruliga er: Sonur hins livandi Guds! Ella sum vit lesa í Filippibrævinum: Hann, sum var í Guðs mynd, helt tað ikki fyri rán at vera Guði líkur, “...men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi” (Fil 2,6-8). Jesus setti seg sjálvan lágt, fyri at seta okkum høgt og geva okkum ævigt lív! Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju. Teir sleppa at síggja hann í hansara dýrd – hesi dýrd, sum tey frelstu eisini skulu njóta í allar ævir har heima í himli. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara” (Opb 21,23-24). Í eina løtu uppi á fjallinum eru lærusveinarnir vitni til dýrdina, sum tey frelstu skulu njóta í ævinleikanum, tá ið tey skulu “ganga í ljósi hansara.” Á evsta degi skulu øll menniskju verða vitni til hetta undurfulla ljósið. Henda dagin finst eingin ateistur longur, tí at tá skulu øll menniskju síggja Jesus soleiðis, sum hann veruliga er í allari hansara dýrd. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen” (Opb 1,7). Í ljósinum frá hesum stóra og avgerandi degi ljóðar spurningurin nú til tín og mín: Samsvarar tann áskoðanin, sum vit nú hava av Jesusi, við tað dýrd, sum vit á evsta degi skulu skoða hann í? Síggja vit hann einans sum ein neyðarsligan, tornakrýndan og deyðan mann? Ella síggja vit hann sum tað, ið hann veruliga er: konganna kongur og harranna harri - hetta, sum vit eisini játta í Nikensku trúarjáttanini: Jesus er Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi. Tað var ein staðfesting av júst hesum sannleika, sum lærusveinarnir fingu henda dagin, tá ið Jesus umbroyttist á fjallinum: “Andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vóru hvít sum ljósið” (Matt 17,2). Ja, tann líðandi Jesus er sanniliga eisini drottur alla drotta! Ella sum vit syngja:   Dýrasti Jesus, drottur alla drotta, sonur av Guði og Mariu moy, teg vil eg elska, teg vil eg æra, tú lív mítt ert, mín dýri eyð'.   Vit kunnu einans tilbiðja Jesus og syngja um hann á henda hátt, tá ið vit við trúarinnar eyg
Vit avnokta djevulin
2026/03/08
Tað er ikki uttan grund, at vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans! Vit hava jú ein fígginda, sum “roynir svikaráð og okkum herjar á…” (3. sunnudag í føstu. Prædikutekstur: Jóh 8,42-51. Sálmur fyri prædiku: 255 Vár Guð er føst og haldgóð borg).
Fylg mær!
2026/02/22
Lívið sum ein kristin er eitt lív á einum ávísum vegi. Hetta er eisini grundin til, at tey fyrstu kristnu kallaðu seg fyri tey, sum hoyrdu til “vegin” (Áps 9,2). At hoyra Jesusi til, var at hoyra einum ávísum vegi til í hesum lívi: at fylgja í Jesu fótasporum dagliga, at verða inndekkaður av støvinum frá honum, at læra av honum, at vera sum hann og at gera sum hann. (Konfirmantagudstænasta í kirkjuni við Norðskála, 22.02.2026. Prædikutekstur: Mark 2,13-17).
Mátturin í Guds orði
2026/02/08
1. Gud hevur “andað” Skriftina; hon er innblást av honum. 2. Andi Guds talar gjøgnum Skriftina enn við sama lag. 3. Skriftin sjálv veitir okkum Gud við at veita okkum Anda hansara. Sunnudag seksagesima. Epistul: 2 Tim 3,10-17. Evangelium: Mark 4,26-32.
Far inn til gleði harra tíns!
2026/02/01
Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, so verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum, sum fjaldi talentina í jørðini. 3. sunnudag fyri føstu (sunnudag septuagesima). Prædikutekstur: Matt 25,14-30. Sálmur fyri prædiku: 145 (Ójavnt Harrin gávur býtir).
Dópsins sakramenti
2026/01/11
1. sunnudag eftir trettanda. Lestur: 1. Mós 48,8-12 og 15-16. Evangelium: Mark 10,13-16.
Stjørnan, sum lýsir okkum vegin
2026/01/07
Eins og betlehemsstjørnan lýsti vísmonnunum vegin til Jesusbarnið, soleiðis er Guds heilaga orð nú okkara bjarta stjørna, sum lýsir okkum vegin til Frelsaran!
Ein heimur uttanfyri
2026/01/01
Hesin seinasti dagurin í tí gamla árinum minnir okkum á, at tíðin gongur, og at vit - saman við Jesusi - eru ávegis móti Guds ævinleika. Og tað er nakað gott og gleðiligt, sum vit eru á veg til. Himnastrond er fyri stavni!
Trúgvin á Jesus
2025/12/22
Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu verði eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og glataðum sálum. (Prædikutekstur: Jóh 3,25-36).
Factum est
2025/12/19
“Factum est” - soleiðis byrjar jólaevangeliið á latín. Tað hendi faktist í teimum døgum! Jólaevangeliið byrjar ikki sum eitt ævintýr: “Einaferð var tað…” o.s.fr. Nei, harafturímóti byrjar tað við orðum, sum stilla jólaundrið mitt inn í henda heim og inn í okkara heimsøgu.

Podcast reviews

Read Eitt ljós á gøtu míni podcast reviews


0 out of 5
0 reviews

Podcast sponsorship advertising

Start advertising on Eitt ljós á gøtu míni relevant audience podcasts


What do you want to promote?