1712838813
Vágskálin

Advertise on podcast: Vágskálin

Categories
This podcast has
50 episodes
Explicit
No
Date created
2023/10/20
Latest episode
2026/11/04
Average duration
50 min.
Release period
20 days

Description

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Podcast episodes

Check latest episodes from Vágskálin podcast


Vágskálin: Føroyskt bókarok í enskum skugga
2026/11/04
Við í kjakinum á Vágskál nr. 100 eru Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, Sanna Klein, bókmentafrøðingur, og Hans Jacob Kollslíð, ummælari og yrkjari. Malan Marnersdóttir og Sanna Klein halda, at føroyskar bókmentir eru í menning, tí sera nógv kemur út í Føroyum. Hans Jacob Kollslíð heldur, at ein ávís kreppa valdar mentanarliga, tí enskt trýstir føroyskt so nógv. Í 100 Vágskálum eru síðan 6. september 2023 ummæltar akkurát 80 bøkur. Í sendingunum hava verið ummælt 18 yrkingasøvn, 17 vanligar skaldsøgur, 13 søgubøkur, 12 ævisøgur, seks yrkisbøkur, fýra krimiskaldsøgur, fýra ungdómsskaldsøgur og fýra stuttsøgusøvn. Hetta er nógv størri rúgva, enn vit kenna frá fyrr, vísir Malan Marnersdóttir á. Hon nevnir, at frá 1970 til 1983 komu 17 skaldsøgur út, og frá 1991 til 1998 komu eisini 17 skaldsøgur út. Í dag er nógv títtari millum útgávurnar, og tað kemst kanska av, at kappingar hava skundað undir skaldsøguskrivingina, sigur hon. Øll trý eru tey samd um, at kappingar hava havt góða ávirkan á skrivihugin hjá fólki, eisini í sambandi við stuttsøguskriving. Tey eru eisini nøgd við útboðið av føroyskum yrkingasøvnum. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Neyðug persónlig søga um demens
2026/10/28
Við virðing fyri og kærleika til pápan hevur Hanna D. Andreassen skrivað bókina "Babba og gloymskan", so onnur kunnu síggja, hvussu demenssjúka rakar tann sjúka og avvarðandi. Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, og Sigrun Mohr, sum tók stig til at stovna felagið og var forkvinna í níggju ár, ummæla bókina. Tær halda, at talan er um eina neyðuga og beinrakna bók um demens. Sigrun Mohr fekk á fyrsta sinni samband við demens, tá mamma hennara fyri 25 árum síðan fekk staðfest sjúkuna. Hon visti onki um sjúkuna frammanundan og varnaðist, at ongin var at venda sær til við spurningum. Tí tók hon saman við øðrum stig til at stovna Alzheimerfelagið. Sigrun sigur, at hon kennir søguna, sum Hanna Andreassen sigur um pápa sín, aftur úr egnum lívi. Flestu ivaspurningar, sum taka seg upp hjá avvarðandi, líkjast. "Hon dugir øgiliga væl at seta orð á sínar kenslur á ein lætt lesiligan hátt, og eg kenni meg væl aftur í bókini," sigur Sigrun Mohr. Naina Túgvustein heldur, at Hanna greiðir frá støðuni við pápanum upp á ein góðan og virðiligan máta. "Hon fær sagt tingini ærliga og autentiskt, uttan at tað verður ov nógv. Hon útlevarar ikki pápan og tekur heldur ikki synd í sær sjálvari," sigur hon,. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Hugvekjandi skaldsøga um aldurdóm
2026/10/21
"Fru s" eitur nýggjasta skaldsøgan á donskum eftir Inger Smærup Sørensen, sum vit kenna úr føroyska listaumhvørvinum. Skaldsøgan snýr seg um eina eldri kvinnu, sum býr einsamøll í íbúð nr. 612 í einum íbúðarbygningi í Danmark. Úr síni íbúð sær hon fólkini í hinum íbúðarbygningunum koma og fara og livir seg á tann hátt inn í teirra tilveru. Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum ummæla "Fru s" og halda, at hon er skrivað á heilt serligan hátt. "Bókin snýr seg um eina eldri kvinnu, sum fyrireikar seg til at doyggja, m.a. við at læra seg ikki at vera til staðar, og hetta er sera væl lýst," siga tær báðar. Kvinnan í søguni minnist nógv aftur í tíðina, m.a. tíðina í listaumhvørvinum, har menninir ráddu, og ungar kvinnur kendu seg sum tilfar. "Øll søgan letur seg ikki upp beinanvegin, og lesarin skal tí hava eitt ávíst tol, meðan lisið verður," siga Marna og Rakul. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
2026/10/14
Herdis Skorastein er fødd í Leirvík 7. august í 1945. Í dag er hon minnisveik og býr á røktarheimi í Danmark. Í 2008 gav honum systurdóttir síni eitt handrit, sum sigur søguna um, hvussu Herdis á yngri árum fekk ilt í knæið og at enda misti beinið við skurðviðgerð. Herdis Skorastein stríddist næstu árini við avleiðingarnar av at missa beinið og royndi m.a. at fóta sær aftur við protesu og drúgvum uppvenjingum. Tóra við Keldu og Pál Weihe halda, at talan er um eina bersøgna frásøgn, sum ein bæði viljasterk og stríðsfús kvinna hevur skrivað. Tóra nevnir, at Herdis var óheppin, at hon fekk sínar trupulleikar í eldri tíð, tí tá varð lítið og onki tosað um, hvussu børn høvdu tað. Herdis varð løgd inn á Finsen, og misjavnt var, hvussu væl henni dámdi læknarnar. Summar dámdi henni ikki, men aðrir vóru fyrikomandi - og onkur kensluliga ávirkaður av hennara støðu. Pál Weihe heldur tað vera ivasamt, um Herdis noyddist at taka beinið orsakað av krabba. Okkurt bendir á, at bruni og beinetari komu í knæið, men hetta kann ikki sigast við vissu. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
2026/10/07
”Hornamaðurin, havnarmaðurin og humoristurin Heðin hugleiðir”, skrivar Tróndur Djurhuus á baksíðuni um bókina "Mínar søgur" eftir Heðin Samuelsen. Talan er eisini um eina stuttliga og væl skrivaða bók, heldur Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, sum las hana út í eitt.  Tað sama sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, sum ikki keddi seg eina løtu, meðan hann las.  Heðin Samuelsen sigur manga skemtisøgu, sum hann sjálvur hevur verið partur av ella hevur hoyrt um onnur. Hann greiðir eisini gjølla frá Horna-fólkunum í Havn og fólki, hann hevur hitt á leiðini. Haraftrat eru fleiri síður um Gregersen-ættina í Gøtu.  Í sínum lívi hevur Heðin Samuelsen verið virkin rossamaður, fótbóltsspælari og skóti, og eisini hesum greiðir hann frá. Vit frætta haraftrat um skúlatíðina í Føroyum, útbúgvingarárini í Danmark og heimkomuna til Føroya í 1968. "Heðin er ein stuttlig planta," sigur Erland Viberg Joensen. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Alt í náttúruni vil sleppa at liva
2026/09/30
Alt í náttúruni hevur eina stremban og eina kós, og fremsta endamálið er at yvirliva. Hetta er høvuðsboðskapurin í bókini "Trækrúnulívæðrin" eftir Magnus Gaard, lívfrøðing og rektara á Miðnámi í Vestmanna.  Talan er um eina lívfrøðiliga, heimspekiliga og persónliga bók, sum er lærd og atkomilig hjá øllum lesarum, sigur Kim Simonsen, rithøvundur.  William Simonsen, lívfrøðingur, kallar bókina rannsakandi, tí Magnus Gaard kjakast um so mangt á teimum 140 síðunum, serliga lívsandan í náttúruni.  Hugtakið biosemiotikk fær nógva umrøðu í bókini. Hetta er læran um, hvussu alt tosar við hvørt annað í náttúruni við teknum. Magnus sigur, at við verkum, sum René Descartes og Isaac Newton lótu úr hondum, fóru menniskju at síggja náttúruna sum mekanikk - og geva henni minni ans.  "Tað passar, sum hann sigur, tí í sambandi við útbyggingar gera vit ofta als ikki árinskanningar - ella rættiliga seint í tilgongdini," sigur William Simonsen. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
2026/09/23
Í mars 2026 ummæltu Hans Jacob Kollslíð og Eilen Anthoniussen savnið "Sláttrir" hjá Tóroddi Poulsen.  Tey eru nú komin aftur í útvarpsstovuna at ummæla "Enn er náðin náðileys" eftir sama høvund.  Tóroddur leitar aftur til barndómin og røturnar í nýggja savninum, og myrkur og tøgn fylla nógv, sigur Eilen Anthoniussen.  Hans Jacob Kollslíð heldur, at Tóroddur minnir um surrealistarnar, tí hann kortsluttar ofta fornuftina. Hann strembar ikki eftir at vera logiskur. Í savninum eru fleiri yrkingar um átrúnað, og sum lesarar skilja vit, at Tóroddur heldur lítið um, hvussu børn verða indoktrinerað átrúnaðarliga. "Jú oftari eg lesi yrkingarnar, jú størri dýpd fáa tær," sigur Eilen Anthoniussen "Eg hoyri væl lisin fólk siga, at tey skilja ikki Tórodd, men eg haldi, at hann er rættiliga spennandi," sigur Hans Jacob Kollslíð. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Útlagin íslendingur í Keypmannahavn
2026/09/16
Bókin kom út á føroyskum í 2026. Martin Næs og Þóra Þóroddsdóttir týddu, og Sprotin gav út. Spurningurin er, um talan er um skaldsøgu, ella um talan er um persónligar endurminningar. Sanna Klein og Sámal Soll halda, at talan er um eina endurminnandi skaldsøgu. Einar Már minnist aftur á tíðina, tá hann droymdi um at gerast skald. Hann var í bestu ungdómsárum í sjeytiárunum, og í 1979 flutti hann til Keypmannahavnar. Meðan hann er í Keypmannahavn, hittir hann F. P. Jac og Michael Strunge. Tann fyrri segði, at hann skuldi drekka seg í hel, áðrenn hann gjørdist 30. Tann seinni gjørdi sjálvmorð sum 27 ára gamal. Fremsta málið hjá Einari Már, sum kallar seg Harald í søguni, er at skriva. Hann er knýttur at universitetinum, har hann gongur til fyrilestrar, men hann letur onki inn. Tó fær hann trý yrkingasøvn útgivin, og aftrat F. P. Jac og Michael Strunge hittir hann eina ørgrynni av norðurlendskum listafólkum og skøldum í danska høvuðsstaðnum. Hann greiðir eisini fra síni tíð í Føroyum í 1977, tá hann búði á vallaraheiminum hjá John Sivertsen í Havn og arbeiddi í fiski í Klaksvík. "Hetta er ikki bara ein søga um íslendska sambandið við Keypmannhavn í 80'unum, men eisini ein bók um tað at minnast" siga Sámal Soll og Sanna Klein. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Føroyskt politi og ensk ávirkan
2026/03/25
Føroya Politistafelag hevur givið út bók um politiið í Føroyum í 21. øld, sum Kári Thorsteinsson hevur skrivað. Nógvar umskipanir hava verið í politinum hesa øldina, og brotsverkini eru vorðin fløktari, serliga í talgilda heiminum. Tørvur er á fleiri politistum, halda bæði Kári Thorsteinsson og Eyðun Dalsgarð, formaður í Føroya Politistafelag. Eisini heldur høvundurin, at fleiri føroyingar eiga at vera í leiðarastørvum hjá politinum. Á móðurmálsdegnum 25. mars staðfestir Oddfríður Marni Rasmussen, lærari, at enskt mál ongantíð hevur trýst føroyskt meira enn nú. Hann hevur eygleitt, at næmingar tosa enskt sínámillum. Eisini flytur føroyskt seg frá at vera sagnorðamál til navnorðamál av ensku ávirkanini. "Vandi er fyri, at vit fáa eitt føroyskt bókahillamál, sum er rætt, og eitt talumál, sum er ein blandingur av føroyskum og enskum," sigur hann. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Forkunnugt innlit í gomlu Havnina
2026/03/18
Óli Jacobsen hevur í mong ár skrivað søguligt tilfar í FF-blaðnum og Sosialinum, og fleiri bøkur hevur hann eisini givið út, m.a. um Kristian Djurhuus, løgmann. Mest hevur Óli tó skrivað um tey, sum liggja jarðað í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi í Havn. Óli sigur í "Hendur ið sleptu", at kirkjugarðurin má sigast at vera eitt tað søguligasta plássið í Føroyum, ið hvussu er tá ið tað snýr seg um persónssøgu. Bókin byggir í høvuðsheitum á endurminningarnar hjá Carolinu Heinesen, mammu William Heinsen, og dagbókina hjá Egili Henning Djurhuus, abbasoni Jóhan Chr. Djurhuus, Faktorin í Klaksvík. Dagbókin er skrivað frá 1916 til 1919, tá Egil doyði bara 20 ára gamal. Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, ummælir bókina, og hann heldur, at hon gevur eitt sera gott innlit í lívið í Havn seinna helming av 19. øld og 20. øld. Tó hevur hann ilt við at síggja, hvat annað tekstirnir hjá Caroline Heinesen og Egili Henning Djurhuus hava til felags, og tí kundu "Hendur ið sleptu" kanska verið tvær ymiskar bøkur, heldur hann. "Óli Jacobsen hevur skrivað um 500 fólk í tilsamans 240 greinum, so hann hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði," staðfestir Erland Viberg Joensen. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Tá yrkjarin stríðist fyri lívinum
2026/03/11
Savnið "Sláttrir" er býtt upp í tveir partar, og seinni partur er heilt serligur, tí talan er um eina frásøgn, har yrkjarin svímar og verður lagdur inn á sjúkrahús. Á sjúkrahúsinum fær hann ein kvikil settan í bringuna, og meðan hetta hendir, sansar sjúklingurin alt rundan um seg við undran og spei - og minnast aftur í tíðina. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at fyrri partur av savninum minnir um Tórodd, sum vit kenna hann, men seinni partur er heilt serligur. "Eg upplivi Tórodd viðbreknari í hesum savninum enn í øðrum søvnum, og hann er ikki so speiskur sum mangan áður," sigur Hans Jacob Kollslíð. Eilen Anthoniussen heldur, at yrkjarin reikar nógv millum dreym og vøku, og at hann ofta leggur dent á tað, sum ikki varð - eins og alskyns minnir. "Hann er eisini upptikin av, at dagurin er stýrdur av ljóðum og óljóðum. Hann sansar nógv og dugir væl at seta orð á tað, hann sansar," sigur hon. Uni Arge leggur til rættis
Vágskálin: Dygdarverk um list og Geytin
2026/03/04
Kinna Poulsen gav í 2025 út bókina "Í eygnahædd" á Sprotanum, sum snýr seg um list í Føroyum í 21. øld. Anna Maria Dam Ziska, listfrøðingur, ummælir bókina og sigur, at talan er um meira enn eina listabók, tí hon skrivar um so mangt í okkara tíð. "Bókin er løtt at lesa. Kinna lýsir tíðina og listina fakliga, humoristiskt og poetiskt, og hennara skriviháttur er rættiliga fríur og ikki so akademiskur," sigur Anna Maria Dam Ziska. Føroysk list flytur seg alsamt longri burtur frá tí siðbundna landslagsmálninginum út í aðrar hættir at skapa list, staðfestir Kinna Poulsen í bókini. Anna Maria Dam Ziska heldur, at at fjølbroytnið í listini kanska stendst av, at listafólk ikki bara útbúgva seg í Danmark, men reika víða um heim nú. Vit eru eisini til Geyta-tiltakið, sum var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og spyrja Michael Koba, hvat hann helt um teir sjey filmarnar, sum vórðu vístir. Hoyr, um hann gitta rætt, tá hann varð spurdur, hvørjir filmar fóru at vinna Geytan og Áskoðaravirðislønina. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Bæði drúgv og stuttlig náttúrusøga
2026/02/25
Jóna Joensen er úr Syðrugøtu og býr á einum garði í Sveis. Garðurin er ein sjálvbjargin oasa við fruktum, urtum, grønmeti og víni. Evnið í "Frí" minnir nógv um tað, sum Jóna sjálv fæst við í Sveis. Alt verður skapt frá grundini, og livað verður í samljóði við náttúruna. Søgan snýr seg um dreingirnar Blásius og Sirius, sum í sambandi við evnisviku í skúlanum fara at vitja mammubeiggjan, Kønus. Kønus livir eitt heilt annað lív enn onnur fólk. Hann er náttúrumaður, sum ger allan mat sjálvur, hevur hønur, fiskar o.s.fr. Hetta læra Blásius og Sirius so eisini. Rakul í Gerðinum og Bergljót av Skarði ummæla bókina, og tær halda, at hon tekur eitt sera viðkomandi evni upp, nevniliga spurningin um at liva vistfrøðiliga. Hinvegin halda tær, at søgan er drúgv, og at endurtøkur líta hana. Summar lýsingar eru so neyvar, at tær eru óneyðugar, siga tær. "Søgan er stuttlig í støðum, og serliga Sirius er stuttligur, men mær dámar ikki lýsingina av mammuni, Jyttu, tí hon er ov nógv karikerað," nevnir Bergljót av Skarði. "Hendan bókin egnar seg væl til foreldur og børn at lesa saman," sigur Rakul í Gerðinum. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Misjavnt savn um at standa uttanfyri
2026/02/18
Christian Fróði Djurhuus er føddur í 1975, og hann hevur skrivað nógv millum ár og dag. Fyrsta savnið hjá honum kom út longu í 2005, annað savnið í 2008, og so var ein steðgur til 2015, tá triðja savnið kom út á Sprotanum. Tvey søvn komu út aftrat á Sprotanum í 2017, men síðan eru 11 yrkinga- og tekstasøvn hjá Christiani Fróða Djurhuus komin út á forlagnum JADA. "Fjøtraður Orion" kom út í 2024, og talan er fyri tað mesta um brotprosatekstir. Onkrar yrkingar eru eisini upp á rím. Sanna Klein og Hans Jacob Kollslíð ummæla savnið og halda, at tað er misjavnt. Christian Fróði dugir væl at skriva, men savnið kundi verið betur ritstjórnað, so tað gjørdist minimalistiskari. Talan er um hugleiðingar um menniskjalig kor - og lýsingar av náttúruni. Kanska eru universellu lýsingarnar av náttúruni tað besta í savninum, halda tey bæði. Uni Arge leggur til rættis.
Vágskálin: Trupla byrjanin hjá Javnaðarflokkinum
2026/02/11
Fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum vórðu stovnað í september og oktober í Havn og á Tvøroyri í 1925. Ringfelagið hjá flokkinum varð stovnað í 1927, og tá gjørdist Javnaðarflokkurin ein landsumfevnandi flokkur. Fyrsti formaðurin var Jóan Petur Davidsen, men frontmaðurin frá byrjan var Maurentius Viðstein. Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1926, og í 1928 vórðu hann og Petur Mohr Dam á fyrsta sinni valdir á ting. Ivan Niclasen, søgufrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, ummæla bókina. Teimum dámar hana væl. Kelduvaðið, sum Peter Old gagnnýtir, er umfatandi, og søguliga gjøgnumgongdin er spennandi. Ivan heldur, at bókin hevur eina ávísa slagsíðu til Havnar, og at røringurin á Tvøroyri verður ikki so væl lýstur. Sámal saknar, at meira verður gjørt burtur úr løgtingsvalinum í 1936 og tí, sum hendi, eftir at Maurentius Viðstein var farin frá sum formaður í 1933. Uni Arge leggur til rættis.

Podcast reviews

Read Vágskálin podcast reviews


0 out of 5
0 reviews

Podcast sponsorship advertising

Start advertising on Vágskálin relevant audience podcasts


What do you want to promote?

You may also like to advertise on these Podcasts