726299340
Góðan morgun Føroyar

Advertise on podcast: Góðan morgun Føroyar

Rating
★★★★★
5
from
3 reviews
Categories
Country
United States
This podcast has
60 episodes
Language
English
Explicit
No
Date created
2013/10/15
Latest episode
2024/02/26
Average duration
51 min.
Release period
1 days

Description

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: [email protected], telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

Unlock Góðan morgun Føroyar podcast Email contact info,
Listeners & Audience details

Email contact information

Direct podcast contact details

Listeners

Audience numbers & engagement insights

Audience details

Podcast Insights

Podcast episodes

Check latest episodes from Góðan morgun Føroyar podcast


Foreldur spæla stóran leiklut í rúsdrekkavanum
2024/02/26
At geva barninum ávísar mongdir av rúsdrekka, áðrenn tað er 18 ár, er tað sama, sum at siga, at tú góðtekur, at barnið drekkur. Tað heldur Daisy Iversen, sum er ráðgevi í SSP, sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi. Í arbeiðinum hittir Daisy Iversen ung fólk kring landið og foreldur teirra. Hóast vit í Føroyum ikki hava neyv tøl, so er hennara fatan, at vit ivaleyst fylgja gongdini í rúsdrekkavanum í londunum rundan um okkum - tey ungu drekka minni enn fyri 20 árum síðani.
Tjóðskjalasavnið við nýggjum møguleikum á Vanganum
2024/02/26
At Tjóðskjalasavnið er komið á Vangan, merkir ikki, at trygdin er í vanda. Tað siga Sámal Tróndur Finsson Johansen, stjóri, og Poul A. Simonsen, skjalavørður. Tjóðskjalasavnið umsitur nógvar persónsviðkvæmar dátur frá øllum myndugleikum í landinum, og tað hevur alstóran týdning, at slíkar dátur verða handfarnar so trygt sum gjørligt. Savnið er fyrsti tænastuveitarin á Vanganum, ið brúkar knýtið til Skjalhald. Hetta hevur við sær, at tá tú søkir um atgeingi á Vanganum, verður eitt mál beinleiðis stovnað í Skjalhaldi hjá Tjóðskjalasavninum.
Góðan morgun Føroyar 26.02.2024
2024/02/26
Gestir hesa ferð:   Turið Poulsen Daisy Iversen Sámal Tróndur Finsson Johansen Poul A. Simonsen
Leggur saksin á hillina og verður ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini
2024/02/23
Eftir at hava rikið sína egnu hárfríðkanarstovu í 20 ár, fer leirvíkingurin Kartin Høgnesen nú at taka við nýggjum starvi. Hann er settur sum ungdómsráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Talan er um fulltíðarstarv, ið eitt nú snýr seg um at menna ungdómsleiðarar og at styrkja ungdómsarbeiðið kring landið. Tað eru fleiri, ið halda tað vera keðiligt, at tey nú missa sín fasta frisør, sigur Kartin flennandi. Men tað eru nógvir góðir frisørar í Føroyum, so tað man fara at ganga, leggur hann aftrat.
Góðan morgun Føroyar 23.02.24
2024/02/23
Gestir: Hanus Kjølbro Árni Andreasen Filip á Smíð Kartin Høgnesen Dorit Hansen Dávur Winther
Góðan morgun Føroyar 22.02.24
2024/02/22
Gestir í sendingini eru Bjørg Mikkelsen, Turið Laksá, Jan Simonsen, Bjørn Kunoy, Heini í Skorini, Súsanna Winther Poulsen, Lone Eriksdóttir.
Her kanst tú vera, sum tú ert
2024/02/22
Í nærum tíggju ár hevur Fountainhúsið verið til, og hesa tíðina hevur hurðin verið opin fyri teimum, sum hava brúk fyri at koma seg eftir sjúku, og sum vilja í gongd við ein skipaðan gerandisdag aftur. Í løtuni eru umleið 45 fólk limir í Fountaiinhúsinum, og tey arbeiða so nógv ella so lítið, sum tað passar hjá teimum, og eru her so leingi, tey hava hug og tørv, sigur Súsanna Winter Poulsen, sum er ein av stovnarunum av Fountainhúsinum.
Send heim við blóðtøppi
2024/02/21
Eitt leygarkvøld heima við hús fær 22 ára gamla Lív Birgirsdóttir Johansen knappliga sterka høvuðpína aftaná eitt njós. Um vikuskiftið versnar pínan so mikið, at hon fer til sín kommunulækna mánamorgun. Hon greiðir frá sínum sjúkueyðkennum: hon hevur ilt eitt ávíst stað í høvdinum, og pínan fer eisini niður eftir nakkanum. Læknir metir, at høvuðpínan kemst av spenningum í nakkanum, og at hon kann bíleggja sær eina tíð hjá fysioterapeuti.
Nógvir dopingdómar koma av ósketni
2024/02/21
- Tað sum motiverar meg mest við starvinum sum samskipari hjá Antidoping Føroar, er upplýsing til føroyskar íðkarar um tær reglur, sum eru innan antidoping, tað sigur Pál V. Joensen, sum júst er byrjaður í starvinum. Tað snýr seg um at vera sera varin, tá tú íðkar á høgum støði tí nógvir dopingdómar koma av ósketni. Dømi eru um at ítróttarfólk taka okkurt kosttilskot, sum inniheldur okkurt, sum stendur á langa listanum við bannaðum evnum, ella at tey hava tikið onkran heilivág sum ikki er loyvdur.
Góðan morgun Føroyar 21.02.24
2024/02/21
Gestir í sendingini eru Turið Laksá, Pál V. Joensen, Lív Birgirsdóttir Johansen, Annika Nørspang Nolsøe
Hósvíkar Róðrarfelag fyllir 50 ár
2024/02/20
Felagsskapurin hevur alt at siga. Tað halda Anna Olsen og Bjørk Lykke Ludvig, sum eru ávikavist trivnaðarfólk og forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelagi, sum tann 25. apríl hátíðarheldur 50 ára stovningardag. Júst góði felagsskapurin og stóra arbeiðið, sum tey sjálvbodnu gera, er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað gongst felagnum væl. - Limir úr Hósvík og øllum Sundalagnum eru altíð fúsir at hjálpa til, tá tørvur er á tí, og tað hevði ikki gingiðst felagnum so væl uttan stóru hjálpina frá teimum sjálvbodnu, sigur Bjørk Lykke Ludvig, forkvinna.
Nógv fleiri føroysk børn og ung venja fótbólt
2024/02/20
Seinastu fimm árini eru nógv fleiri børn og ung í Føroyum farin at venja fótbólt. Hjá gentum er talið vaksið 27 prosent, og hjá dreingjum 20 prosent. Christina Ravnsfjall, grasrótasamskipari hjá Fótbóltssambandinum, arbeiðir við breiddarfótbóltinum. Hon byrjaði í starvinum í 2018 og beinanveg var ein málsetningur at fáa fleiri fólk at spæla. Fyrsta stig var at fáa feløgini at skráseta allar spælarar. Tað var skjótt greitt, at størsta potentiali var at fáa fleiri gentur at spæla. Tær vóru bæði færri og byrjaðu seinni enn dreingirnir.

Podcast reviews

Read Góðan morgun Føroyar podcast reviews


5 out of 5
3 reviews

Podcast sponsorship advertising

Start advertising on Góðan morgun Føroyar relevant audience podcasts


What do you want to promote?