726980068
Við Tórði á túri

Advertise on podcast: Við Tórði á túri

Categories
Country
United States
This podcast has
50 episodes
Language
English
Explicit
No
Date created
2013/10/16
Latest episode
2026/11/02
Average duration
52 min.
Release period
14 days

Description

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Unlock Við Tórði á túri podcast Email contact info,
Listeners & Audience details

Email contact information

Direct podcast contact details

Listeners

Audience numbers & engagement insights

Audience details

Podcast Insights

Podcast episodes

Check latest episodes from Við Tórði á túri podcast


Við Tórði á túri - Húskallur í Norðradali fyri 71 árum síðan
2026/11/02
Saman við Rólvi Sivertsen vitja vit í Norðradali, og hann greiðir frá ymiskum minnum frá mánaðunum hann var har í 1955 - frá mánaðarskiftinum februar-mars til ólavsøku.   Í sendingini vitja vit í Niðristovu, har núverandi festari, Ólavur Reinert, eisini greiðir frá garðinum og søguni hjá garðinum. Eisini gera vit eitt legg út í stóra neytafjósið úti á Ytru Fløtum, har Ólavur Andreasen, bóndi, greiðir frá stóra garðinum.   -Tað eru alt góð minnir eg havi hiðani, og eisini góð minnir um tey menniskju sum livdu her, staðfestir Rólvur Sivertsen á túrinum í Norðradali, nú 71 ár eru síðani hann var húskallur her.   Tú kanst hoyra útvarpssendingina her.
Við Tórði á túri - Tá Havaldan sakk fyri 50 árum síðani
2026/10/26
Tað var ein dramatisk hendind, tá ídnaðartrolarin Havaldan úr Saltangará fyri júst 50 árum síðani sakk stutt úr Hetlandi, eftir at skipið hevði fingið slagsíðu og tað ikki eydnaðist at rætta skipið uppaftur. Tað eydnaðist allari manningini at koma umborð á danska skipið Strømfjord áðrenn Havaldan sakk. -Nógv ár eru liðin síðani hendingina, men eftir stendur, at tað stóra var at Várharra bjargaði okkum øllum umborð á danska skipið, sigur Manbjørn í Grund, sum var skipari á Havalduni. Tá var eftirnavnið Olsen. Hinir báðir, sum greiða frá hendingini í hesari sending, eru Leivur Sørensen, sum var stýrimaður, og Jónhard Berg, sum var maskinmeistari.   Fimm mans vóru við Havalduni lagnutúrin. Umframt teir tríggjar sum greiða frá í sendingini, vóru Heðin Jacobsen,  19 ár, og danin Jesper Henriksen, 17 ár, eisini við. Tú kanst hoyra sendingina her.
Við Tórði á túri um tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways
2026/10/19
-Umframt regluligu rutuna til útoyggjar er tyrlumanningin altíð til reiðar tá boð eru eftir teimum, og tyrlan hevur bjargað mannalívum. Hon er altíð ein skjót hjálp, sigur Inga Tórarenni í Skúvoy.   Bæði Inga og hini útoyggjafólkini, sum tosað verður við í sendingini, eru samd um, at fyri útoyggjarnar er tyrlan ein lívlína, og tað hevði verið torført at búð á útoyggj um tyrlan ikki var. Ikki minst í Stóru Dímun eru tey glað fyri tyrluna, tí hon er teirra einasta ferðasamband. Annars er tyrluruta fýra dagar um vikuna, og flogið verður úr Vágum til Mykinesar, Havnar, Klaksvíkar, Svínoyar, Kirkju, Hattarvíkar, Skúvoyar, Stóru Dímun og Froðbiar. Henda dagin vit flúgva við eru Andreas Mouritsen og Rani Herup flogskiparar.   Almenn tyrlutænasta varð sett á stovn fyrst í áttati árunum. Tey fyrstu árini var hon undir Strandferðsluni. Í 1994 yvirtók Atlantic Airways ábyrgdina av tyrluflúgvingini millum oyggjarnar. Og í 2021 fór Atlantic Airways undir uppgávuna at reka bjargingartænastuna.   Um summarið er tað serliga útlendsk ferðafólk sum flúgva við tyrluni á rutuni, og um veturin er tað nærum bara føroyingar.   Fyri fýra árum síðani fekk Atlantic Airways flogskúlan, sum eisini eitur Atlantic Airways Aviation Academy. Umframt okkara egnu flogskiparar, bæði við tyrlu og flogfari, koma nógvir flogskiparar uttanlands frá til Vágar at venja í simulatorinum. Henda dagin vit vitja á flogskúlanum eru tyrluskiparar úr Italia, Kýpros og Svøríki.   -Alt byggir á trygd og e kann siga, at eg havi ongantíð kent meg ótryggan í tyrluni og ongantíð kent meg illa í tyrluni, sigur Andreas Mouritsen, flogskipari.   Tey, sum vit annars hoyra í sendingini, eru: Andreas Mouritsen, tyrluskipari, Torbjørn Jacobsen, tyrluavgreiðslumaður í Havn, Jóannes Reinert frá Framleiðsluapotekinum, Mikkjal Petur Kerlok í Hattarvík, Høgni Djurhuus, lækni, Beinta Napoleonsdóttir, samkipari, Jón Brian Hvidtfeldt, reportari frá Degi & Viku, Gunnar Krúnufjall, tyrluavgreiðslumaður í Klaksvík, David Hallson Dalsgarð, ferðafólk, Teitur í Sjúrðagarði, ferðafólk, Hans Erik Jacobsen, leiðari á Tyrludeildini, Inga Tórarenni, tyrluagreiðslukona í Skúvoy, Jóanis í Hoygarðinum, bóndi í Skúvoy, Rani Herup, flogskipari, Jógvan Jón Petersen og Eva úr Dímun, bóndafólk í Stóru Dímun, Óla Jákum úr Dímun, fyrrverandi bóndi, og Danjal Bjarkhamar, tyrluavgreiðslumaður í Froðba.
Við Tórði á túri á heystfjalli í Heygshaga á Strondum
2026/10/12
Fjalldagurin í Heygshaga er ein serligur dagur á Strondum. Heygshagi er millum teir størstu ognarhagarnar í landinum, og har eru úti við 40 eigarar. Tí er ein stórur partur av bygdini ávirkaður av fjalldegnum í ognarhaganum.    Hildið varð, at lombini í Heygshaga vóru ov smá, tí ov nógvur áseyður var í haganum. Tí varð avgjørt fyri nøkrum árum síðani at minka áseyðatalið ein fjórðing.   -Tað er ótrúligt sum tað er nógv broytt hesi seinastu 30 árini. Tað er sum nátt og dagur. Fyrr var eitt lamb úr Heygshaga, sum vigaði 25 pund, mett at vera eitt gott  lamb. Í  dag er vanligt at lombini fara langt upp um 30 pund og ein partur fer eisini upp um 40 pund, sigur Jónhard Johansen, sum er ein av teimum trimum røktingarmonnunum í Heygshaga. Hann er sera glaður fyri gongdina. Í sendingini verður m.o. eisini tosað við hinar báðar røktingarmenninar, Artur Johansen og Jóhan Kass. Eisini verður tosað við 90 ára gamla Eliesar Høj.   Í Heygshaga er kenning og tí kenna allir eigararnir sín seyð, sum teir passa um veturin. Umleið 1000 seyðir tilsamans eru komnir í stóru rættina Við Kolbeinagjógv, og tað er áhugavert at síggja hvønn einstakan eigara fara inn í rættina at finna sín seyð.   Í sendingini verður tosað við fjallfólk í Heygshaga og fólk á rættini. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Artur Johansen, Sverri Kass, Tummas Eli Høj, Jan Abrahamsen, Eliesar Høj, Marita Danielsen, Rut Súsonnudóttir Kjærbo, Jóan Karl Danielsen, Borgar Persson, Marjun Johansen, Jóhan Kass, Jónhard Johansen og Hans Eli Jacobsen.
Við Tórði á túri eftir veðrum í Tjaldavíkshólmi
2026/10/05
Fyri tey sum eiga frælsi í Tjaldhólmi er tað ein serligur dagur á árinum tá farið verður út eftir veðrunum, sum hava gingið har síðani fyrst í mai. Í sendingini í dag eru vit saman við hovbingum í Tjaldavíkshólmi. 14 fólk eru við úti í Hólminum í dag at reka veðrarnar í urðina, har teir verða tiknir. Vanligt var at hava 24 gimbrar úti í hólminum um veturin, men hesi seinastu fimm árini hava tey havt 12 veðrar har úti um summarið, frá fyrst í mai til út í oktober. Tað plagar at ganga væl, men henda dagin gongur minni væl. Í fjórðu royndini at reka teir í urðina eydnast at fáa hendur á teimum. Ein av veðrunum leyp á bláman, men báturin, sum lá út fyri, tók hann upp. Sum nakað nýtt fær tann, ið hevur besta veðrin, eitt ferðasteyp, sum varð latið fyrstu ferð í fjør. Niels Jespersen, sum er seyðamaður eins og pápin var, greiðir frá úti í hólminum. Hini, sum tosað verður við á hesum túrinum, eru: Krista Ludvig, Bergljót Ludvig, Olaus Jespersen, Óli Nielsen, Niels Bech og Sonne Ludvig.
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
2026/09/28
Millum 60 og 80 danskir jødar, sum ikki sluppu við bátum yvir um Oyrasund til Svøríkis, krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju, tí dagin eftir skuldu teir sleppa við báti. Men um náttina 7. oktober 1943 umringaði Gestapo kirkjuna og fann jødarnar og fór avstað við teimum. Jógvan Julius Joensen var millum tey fáu lokalu sum upplivdu hesa hending og hon fylti nógv hjá honum. Hann var annars við í mótstøðurørsluni og, eins og nógv onnur í Gilleleje, hjálpti jødunum at sleppa við bátum yvir til Svøríkis   Í sendingini verður vitjað á kirkjuloftinum í Gilleleje, og  Ole Buchardt Olesen, sóknarprestur, greiðir frá hendingini og samanhanginum hví tað endaði við at millum 60 og 80 jødar krógvaðu seg á kirkjuloftinum. Og Páll Joensen, bróðursonur Jógvan Julius, greiðir frá pápabeiggjanum.   Jógvan Julius giftist í 1938 við Adu Andersen úr Gilleleje og tey fingu fimm børn. Hann var avskorin frá Føroyum alt kríggið. Sigur at hann royndi fleiri ferðir at skriva bræv heim til foreldrini í Fuglafirði, men hoyrdi einki aftur. Sjálvur smuglaði hann nøkur brøv við fólki til Svøríkis, sum var uttanveltað.   Annars høvdu Føroyar alt lívið ógviliga nógv at siga fyri Jógvan Julius og hann vitjaði ofta aftur í Føroyum - seinastu ferð tá hann var 90 ára gamal.
Eitt annað lív
2026/09/21
Frá ungum hevði Jóan Pauli Næs stóran áhuga fyri motorum og jarni, og tí fór hann ungur á Tórshavnar Skipasmiðju at læra. Hann var eisini til skips við Drátti, sum var dampdrivin trolari. Jóan Pauli var bæði maskinmaður og fýrbøtari og hann greiðir frá kunstinum at vera fýrbøtari. Honum dámar eisini væl at tosa um tíðina við skonnartini Hvítubjørn tá teir vóru í Grønlandi og róðu út frá skipinum við bátum, seks- og áttamannaførum, og fingu ómetaliga nógvan fisk. Síðani Jóan Pauli varð pensioneraður sum 74 ára gamal hevur hann brúkt nógva tíð í arbeiðsrúminum í kjallaranum á Neystabøi, har hann evnar nógvar lutir til -  grindaknívar, skóhorn og mangt annað. Í sendingini greiðir Jóan Pauli eisini livandi frá barnaárunum úti í Nesi. Har vóru nógvir óvitar og fjøran, bøurin og hagin og øll náttúran vóru teirra spælipláss.
Við Tórði á skørutúri
2026/06/29
Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúrliga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið.   -Trupulleikin verður størri fyri hvørt ár, serliga í høvuðsstaðnum. Og hann er so mikið stórur, at hann skal takast í størsta álvara, sigur Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót. Hon heldur at kommunurnar áttu at kunnað betri enn tær gera í dag.   Í ymiskum býlingum í høvuðsstaðnum hava fólk tikið seg saman at týna garðaskøru, og vit hoyra tey á Norðasta Horni, sum ein leygardag taka seg saman til endamálið.   Skørutrupulleikin verður viðgjørdur á hesum túrinum. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Heðin Askham, anleggsgartnari í Klaksvík, Barbara Ólavsdóttir, Jógvan Jacobsen og Eyðbjørg Hansen á Norðasta Horni, Annleyg Patursson, sum hevur urtagarin við føroyskum plantum í Hoyvík, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna í FNU, Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót og Magnus Frederik Magnusson í Kvívík, sum sproytar garðaskøru við mettaðum saltvatni við góðum úrsliti.
Við Tórði á túri til døgurða á gamla Roykivirkinum í Klaksvík
2026/06/22
Tað byrjaði við døgurða fyri 10 monnum, og nú eru teir ofta upp í 60 mans sum koma at eta í gamla Roykivirkinum á vestursíðuni í Klaksvík. -Nógvir sum koma til døgurða fara nærum ikki út til nakað annað, so tað er hugaligt at kunna bjóða teimum góðan føroyskan mat, sigur Louis Poulsen, sum er høvuðsmaður fyri tiltakinum. Í samstarvi við feðgarnar Kristian Martin Rasmussen og Eyðun Rasmussen hevur Louis í fleiri ár gjørt døgurða á gamla Roykivirkinum, sum Rasmussen-menninir eiga. -Drívmegin í tiltakinum er nokk gleðin at gleða onnur, sigur Kristian Martin Rasmussen í sendingini. Annars eru teir, sum tosað verður við í sendingini, hesir: Pól Johannesen, Louis Poulsen, Karl Heri Joensen, Poul Havn, Kristian Martin Rasmussen, Leivur Jacobsen, Sørin Danielsen, Martin Heldarskarð, Sjúrður Josephsen og Dorius Frederiksberg. Tú kanst hoyra sendingina her.
Við Tórði á túri í Limmulund í Leirvík
2026/06/15
Í sendingini eru hesi: Árni Jacobsen, Fríðfinnur Johnsson, Tórhild Bjarkhamar, Olivia Drós Fríðfinsdóttir, Karl Joensen, Hanna Jensen og Marius Jacobsen.
Við Tórði á túri um fyritøkuna S.P. Petersen í Fuglafirði
2026/06/08
Ribarhús og Piddasta Handil, sum vóru høvuðssætið hjá gomlu fyritøkun S.P. Petersen í Fuglafirðii, eru komin til heiðurs og æru aftur við sølu og framsýningum. Samstundis kom herfyri tann yngsti av seks deksbátum hjá gomlu fyritøkuni, sum varð bygdur í 1921, aftur til Fuglafjarðar, og har stendur hann nú heimanfyri Ribarhús. Hann eitur Erik eftir yngsta soninum hjá Gamla Sámal Peturi. Í sendingini verður tosað við eftirkomarar hjá Gamla Sámal Peturi og tær, sum reka søluna hjá Heimavirkinum og eisini við Kunningarstovuna, sum eisini er í húsinum. Hesi eru við í sendingini: Oddvør á Lakjuni, Johan Petersen, Bjarni Bjarnastein, Petur Martin Petersen, Dánjal Jákup Petersen, Kristina Gry Berg og Gudny Anthoniussen.
Við Tórði á túri í Edinburgh
2026/06/01
-Hetta er ein deiligur býur. Fólk eru fitt. Eg havi einki ring at siga um Skotland, sigur Vivian Wraae úr Havn, sum búði mong ár í Aberdeen og hesi seinastu sjey árini hava hon og maðurin Graham búð í Edinburgh.   Graham Stewart heldur tað var keðiligt at Bretland fór úr ES, tí tað hevur skapt nógvar trupulleikar fyri fólkið. Í Skotlandi var stórur meiriluti, 60 prosent av fólkinum, ímóti at fara úr ES, men tí lurtaðu politikararnir í Westminister í London ikki eftir.   -Tað er sjón fyri søgn hvussu býtt tað var at fara úr ES. Tað hevur skapt nógvar trupulleikar, tí fólk skulu alla gjøgnum passeftirlit og tollur er á øllum vørum. Hetta áttu vit at sæð frammanundan, heldur Graham, sum tó ikki er fyri at Skotland fer úr Stóra Bretlandi. Sum skotskan borgara kennir hann seg sum bretskan borgara. Hóast alt dámar honum væl bretska felagsskapin.   Sjávt um Erika Hayfield hevur búð mong ár í Føroyum, hevur hon bæði gingið í fólkaskúla, lisið á Universitetinum og seinni undirvíst á Universitetinum. Hon hevur búð í Edinburgh í tilsamans 22 ár og hevur eitt stórt hjarta fyri býnum.   -Søguliga er Edinburgh serliga áhugaverdur býur, og arkitektururin minnir um Athen. Tí verður Edinburgh ofta róptur "Athens of the North", sigur Erika Hayfield.   Ásla Heimustovu og Asta av Vollanum gagnnýta teir fýra dagarnar tær eru í Edinburgh. M.a. eru tær upptiknar av heiminum uttan um Harry Potter, sum merkir nógv tann gamla býarpartin. Tær siga, at børnini heima ynskja sær onkur Harry Potter-ting, og tí hava báðar keypt børnunum gandastavar.   Graham Stewart fortelur eina serliga forvitnisliga og ókenda søgu. Um Honnu Hammershøj, sum fór úr Víkabyrgi til Skotlands sum blaðung og kom ongantíð heimaftur, Hon hevði ein lítlan handil tætt við norsku sjómanskirkjuna í havnabýnm Leith, sum nú er partur av Edinburgh, og hon hjálpti so mongum ið høvdu brúk fyri hjálp, at hon fekk heitið "Eingilin úr Leith". Hanna doyði 99 ára gomul.   Tey, sum tosað verður við í sambandi við henda túrin í Edinburgh, eru: Ian Strachan, arbeiðsmaður uppi á borgini, Vivian Wraae, Graham Stewart, Erika Hayfield, Ásla Heimustovu og Asta av Vollanum.
Við Tórði á túri í lembing í Skarðhaga
2026/05/18
Røktingarmenninir í Skarðhaga fylgja væl við seyðinum meðan lembingin fer fram. Teir eru tveir. 87 ára gamli Símun Hans Jacobsen hevur røktað her síðani 1966, og fyri 10 árum síðani tók tann nú 64 ára gamli Jákup Pauli E. Johannesen við eftir pápabeiggjan Hanna, sum í mong ár hevði røktað saman við Símun Hans.   Skarðhagi er ein av átta hagapørtum í Fuglafirði og ein tann størsti við 300 áseyðum. Símun Hans tekur sær serliga av seyðinum, sum leitar sær oman í seyðhúsini á Hellunum. Hesa tíðina gongur hann allan dagin millum seyðin og hann er eisini tøkur um náttina um á stendur. -Eg eri vandur við seyð frá barni av og var unglingi, tá eg fór at røkta heimbygdini á Syðradali í Kalsoynni. Henda tíðin av árinum er serliga spennandi og lagið er gott tá tað gongur væl. Seyður hevur so stóran týdning fyri meg, og eg vóni at fáa eini tvey ella trý ár afturat í røktini, sigur Símun Hans. Jákup Pauli E. Johannesen er eisini vaksin upp við seyði frá barnsbeini av. Hann veit einki betri enn at fara í hagan at hyggja eftir seyði tá arbeiðsdagurin er av. Meðan lembingin fer fram, hava teir báðir røktingarmenninir øll tey nýlembdu lombini á hondum og marka tey. -Seyðaáhugin er eisini at uppliva náttúruna. Ein hagatúrur er ómetaliga ríkur, tí tú upplivir náttúruna og alt lívið í henni og bæði djóra- og fuglalív. Tað er einki minni enn balsam fyri sálina, sigur Jákup Pauli E. Johannesen.
Við Tórði á túri um Trøllkonufingur
2026/05/11
Millum flestu føroyingar er Trøllkonufingur ein nokkso ókendur klettur í Vágum. Men nógv útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, hava sæð hann á netinum og vilja við egnum eygum sleppa út at síggja henda spennandi fingur í náttúruni. Nú var gøtan, har gingið verður út til útsýnisstaðið, so illa slitin, at hon bleiv ein av verkætlanunum í sambandi við Closed for Maintenance-tiltakið hesaferð. Fólk úr nógvum londum hava við kønari vegleiðing arbeitt upp á gøtuna og gjørt hana betri og tryggari. Í sambandi við Trøllkonufingur eru fleiri spennandi søgur, sum greitt verður frá í sendingin. Ein av teimum, sum greiða frá, er Jóhannus Hansen úr Sandavági, sum saman við øðrum ungum monnum kleiv teir 313 metrarnar upp á toppin á Trøllkonufingri. Og ein annar úr Sandavági, Sigfríður Olsen, greiðir frá umstøðunum í haganum uttan um Trøllkonufingur. Annars eru tey, sum eru við í sendingini, hesi: Jóhannus Hansen, klintrari, Sigfríður Olsen, sum er eigari í haganum uttan um Trøllkonufingur, Bryndis í Dali, leiðari í Visit Vágum, Búgvi Róin, býargartnari hjá Vága Kommunu, Net Liddle, ið er eitt av útlendsku arbeiðsfólkunum á gøtuni út móti Trøllkonufingri, Eyðun Højgaard, ein av føroyingunum sum arbeiða á gøtuni, og Sólja Fríða Jóanisdóttir, ferðaleiðari.
Við Tórði á túri í Vágsbotni í Havn
2026/05/04
Onkur hevur sagt, at Vágsbotnur er ein blandingur av søguligari sjarmu, maritimum umhvørvi og einum livandi býarlívi - eitt stað, har tú veruliga kennir pulsin í Havn. Serliga tá sólin sær er nógv lív í har.   Í hesari sending í Vágsbotni eru samrøður við hesi fólk: Árni Andreasen, Eli á Lava, Anja Sólstein, Magnus Skæling, Eirikur Lindenskov, Signar Strøm, Gudny Benjaminsdóttir, Maud Østerø, Heri Jensen, Ellint Danielsen, Ingileyv Reynisdóttir Wang (Inga), Terji Nielsen, Ann Askham, Knud Grey, Hans Jacobsen, Herluf Gudmundarson, Djóni Thomsen, Annfríð Jørgensen, Vígdis Frýdal og Per Hansen.

Podcast reviews

Read Við Tórði á túri podcast reviews


0 out of 5
0 reviews

Podcast sponsorship advertising

Start advertising on Við Tórði á túri relevant audience podcasts


What do you want to promote?