Verkavarpið

Advertise on podcast: Verkavarpið

This podcast has
19 episodes
Language
Publisher
Explicit
No
Date created
2021/03/17
Average duration
36 min.
Release period
62 days

Description

Poddvarp hjá Føroya Arbeiðarafelag um arbeiðslív og arbeiðstrivnað.

Podcast episodes

Check latest episodes from Verkavarpið podcast


18. 37 tíma arbeiðsvika - hvat og hvussu?
2023/10/25
Nú er hann her, poddurin um stytta arbeiðsviku.  Hvat vita vit um 37 tímars arbeiðsvikuna? Hvat fer tað at kosta hvørjum? Hvørjar fyrimunir hevur tað? Bæði sosialt og ísv, bruttotjóðarúrtøkuna til dømis? Allir hesir spurningarnar, og nógv meira, fara Jan Otto S Holm og Regin Berg at greiða okkum frá – tað vóru nevniliga teir báðir, sum gjørdu frágreiðingina um 37 tímars arbeiðsviku í 2021, sum almenni arbeiðsbólkurin arbeiðir við nú.
more
17. Fyritíðarpensjón, tillagað starv og arbeiðsbúgving
2023/07/12
Hvat gert tú, um tú brádliga - ella so líðandi - gerst heilt ella lutvíst óarbeiðsfør/ur?  Almannaverkið hevur fleiri skipanir, sum kunnu hjálpa tær, um tú av eini ella aðrari orsøk gerst kropsliga ella sálarliga tarnað/ur. Millum annað arbeiðsbúgving, tilagað starv ella fyritíðarpensión. Í verkavarpið hava vit bjóðað Elina Ludvík,  leiðara í deildini fyri arbeiðsbúgving í Almannaverkinum,  og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri fólk við skerdum førleikum.
more
16. Happing á arbeiðsplássinum
2023/06/06
ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG. Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan. Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað! Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð.  Í poddvarpsstudio eru komin Erling Fles, sálarfrøðingur, og Birita Fritleifsdóttir Kjærbech, nevndarlimur í Starvsfelagnum. Vit trý viðgera happing; hvat er happing, hvør loysn er uppá happing, hvussu kann man fáa hjálp, og síðst men ikki minst, hvussu fyribyrgja við happing á einum arbeiðsplássi.
more
15. Yvirmøði kann smanberast við høga alkoholpromillu
2023/04/28
Í dagsins parti tosa vit um yvirmøði. Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur, hevur júst skrivað eina PhD-verætlan um yvirmøði hjá sjófólki. Úrslitini hon kom fram til,  eru ikki smávegis skakandi. Millum annað er møðin hjá summum teirra so ógvuslig, at hon er at samanbera við eina alkoholpromillu á 1.0 . Til samanberingar kann nevnast, at promillumarkið fyri at koyra bil er 0.2!
more
14. Kvinnur arbeiða dupult so nógv sum menn
2023/03/08
Í dag er altjóða kvinnudagur og í tí sambandi varpa vit ljós á alt tað ólønta arbeiðið, kvinnur gera serliga í húsarhaldinum. Umframt alt tað praktiska, at heinta børn, støvsúgva, sortera klæðir, gera mat, skifta blæur v.m., so er tað eitt umfatandi "arbeiði" aftrat, sum kvinnur í sera stóran mun taka á seg: tað mentala arbeiðið (eisini kallað tað fjalda arbeiðið). Mentala arbeiðið inniber at minnast til foreldrafundir, tannlæknatíðir, spæliavtalur, ítróttartiltøk og so framvegis.  Marin Eidesgaard og Súsanna Samró eru gestir í Verkavarpinum í dag. Tær hava nevniliga skrivað høvuðsuppgávu á Setrinum um júst hetta evnið, mentalt arbeiði, og niðurstøðurnar hjá teimum eru, ikki óvæntað, at samanlagt arbeiða kvinnur meir enn dupult so nógv, sum menn, tá roknað verður uppí húsligt arbeiði og mentala arbeiðið. Góðan stríðsdag, bæði kvinnur og menn!
more
13. Tann góða mynstringin
2023/03/01
Hvussu ber man seg best at í eini setanarsamrøðu? Kann man, sum umsøkjari, tilláta sær at seta nógvar spurningar til arbeiðsplássið? Og – hvussu byrjar man best sína ferð á einum nýggja arbeiðsplássinum? Hvussu tekur arbeiðsgevarin best ímóti tær? Allir hesir spurningarnir fer Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, at svara okkum í hesum partinum. Hon hevur nevniliga júst hav tein fyrilestur á Vinnurákinum, um ta góðu at mynstranina og avmynstranina á einum arbeiðplássi.
more
12. Áheitan til valevnini - fáið arbeiðsmarknaðarlógirnar uppá pláss!
2022/12/02
”Vit eru eftirbátar á nøkrum økjum”. So bersøgin er Sonja Jógvansdóttir, fakfelagsfólk, um vantandi arbeiðsmarknaðarlógirnar í Føroyum, og vónar hon, at tey, sum verða vald á ting 8. des. vilja gera nakað við hetta.  Sonja Jógvansdóttir og Heri Reynheim, virkandi formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum eru gestir í Verkavarpinum í dag, vilja bæði staðiliga heita á komandi løgting um at fáa hesar lógirnar í gildi ongantíð for skjótt.
more
11. ADHD á arbeiðsmarknaðinum
2022/11/09
Oktoburmánaði var altjóða adhd-mánaði. Í tí sambandi hava vit valt at varpa ljós á adhd og adhd á arbeiðsmarknaðinum. Talið av fólki, ið fáa staðfest ADHD og ADD tykist vera alsamt vaksandi, og man noyðist ikki at seta seg nógv inn í evnið, fyri at fáa eina fatan av, at henda diagnosan ávirkar at kalla alt lívið hjá einum, sum hevur tað. Tí er nærliggjandi at hugsa, at adhd ella add eisini ávirkar eins arbeiðslív.  Men hvussu ávirkar adhd arbeiðslívið? Hvørjar avbjóðingar møtir man týpiskt? Hvørjar uppgávur kunnu verða truplar hjá fólki við ADHD at fáa loyst? Og er nøkur hjálp at heinta?   At greiða okkum frá um evnið hava vit fingið Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum, og Maybritt við Strond, sum eigur fyritøkuna Málmót, í studio.
more
10. Issues and rights for international workers
2022/10/12
Welcome to our very first episode in English.  The number of international workers in the Faroe Islands is steadily increasing. Therefore, we have decided to make an English episode where we go thorough some of the most important issues that international workers face, when entering the Faroese labour market. Our guests are David Im, integration co-ordinator at the Immigrations Office, and Sonja Jógvansdóttir, co-ordinator of Samtak, a collaboration between four workers unions.
more
9. Brúkaraprístal og hvussu tað ávirkar okkum
2022/05/18
Korona og kríggj hevur havt búskaparlig sveiggj við sær kring allan knøttin. Í løtuni uppliva vit eina ógvusliga inflatión í Føroyum, sum meira ella minni merkir, at brúkaraprístalið er økt heilt nógv. Hetta kemst serliga av methøgu oljuprísunum. Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvør avger talið? Og hvussu ávirka sveiggini í brúkaraprístalinum okkum brúkarar? Tað greiða Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og  Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, okkum frá í hesum partinum av Verkavarpinum.
more
8. Kvinnudagur og Fiskepigernes Fagforening
2022/03/11
Altjóða Kvinnudagur hevur júst verið, somuleiðis sum, at Fiskepigernes Fagforening, Føroya elsta arbeiðskvinnufelag, fylti 100 ár í januar.  Vit hava tí tosað við Sunrid Vang, forkvinnu, um Fiskepigerne tá og nú, og hvønn týdning, felagið hevur havt fyri kvinnuligar løntakarar.
more
7. Jólaheilsan frá fakfelagsformonnum
2021/12/22
Tað eru nøkur grundleggjandi rættindi, sum mugu fáast til høldar til komandi samráðingar, eru teir tríggir fakfelagsformenninir í Samtaki á einum máli um. Tað er eitt nú alneyðugt, at øll fáa rætt til fasta løn. Serliga av tí orsøk, attað er serstakliga avbjóðandi at fáa bústaðarlán, tá setanarviðurskiftini eru so óviss, sum tey eru hjá tímaløntum. "Tað er skjótt at enda í einum stressaðum, pressaðum láglønarbólki", siga Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, Jan Højgaard, formann í Føroya Fiskimannafelag og Absalon Hansen, formann í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sum eisini - saman við Verkavarpinum - ynskja øllum limum sínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
more

Podcast reviews

Read Verkavarpið podcast reviews


0 out of 5
0 reviews

Podcast sponsorship advertising

Start advertising on Verkavarpið & sponsor relevant audience podcasts


What do you want to advertise?

Ad Format

Campaign Budget

Business Details