1839939716
Akademia

Advertise on podcast: Akademia

Categories
Country
United States
This podcast has
20 episodes
Language
English
Explicit
No
Date created
2025/09/15
Latest episode
2026/02/08
Average duration
36 min.
Release period
8 days

Description

Filosofikum viðger evni og støður, sum vit øll frá tíð til aðra spyrja: "Hvat er tað góða lívið", "hví skulu vit gáa um og spyrja", "hvat er vitan, og hvat er rong vitan" og mangt annað. Armgarð Arge leggur til rættis.  Jógvan D. Hansen, námslektari, er gestur í sendingini.

Unlock Akademia podcast Email contact info,
Listeners & Audience details

Email contact information

Direct podcast contact details

Listeners

Audience numbers & engagement insights

Audience details

Podcast Insights

Podcast episodes

Check latest episodes from Akademia podcast


Akademia:"Mentan og samleiki"
2026/02/08
Hvat er samleiki og hvat ger okkum til tey vit eru ? Hvat ger okkum til vesturlendingar ? Er tað okkara virði, trúgv, kristindómur, lívsfatan,menniskjasýni, lóggávan, griksku heimsspekingarnir, listin?
Akademia: Umhvørvisetikkur
2026/02/01
Hava vit menniskju ábyrgd fyri djórunum ? Hava djórini krav uppá tign og hava vit menniskju ábyrgd fyri øllum tí, sum er livandi ? Hongur alt neyvt saman og hví halda vit tað vera syndarligt, at vit avoyddu Gor fuglin - er tað tí, vit hugsa um fuglin ella hugsa vit sjálvsøkið?
Akademia:"Samfelagið má ikki byggja á okkara sjálvsøkna tørv".
2026/01/25
Vit eru fríir borgarar, sum kunnu gera ein sáttmála okkara millum til gagns fyri okkum øll. Men um tað eru menn, sum gera henda sáttmálan, hvar eru so kvinnurnar og børnini ?
Akademia: Vald og rættur
2026/01/18
Frá náttúru til skipað samfelag, tí uttan lóg og rætt er lívið stutt, skitið og brutalt. Staturin skal tryggja lóg og landaskil.
Akademia: Metaetikkur
2026/01/11
Hvat er satt og ikki og hvat kunnu vit avgera. Ber til at siga, at nakað objektivt er skeivt, ella mugu vit siga, at tað eru ymsar áskoðanir og tá samanum kemur, so ber ikki til at siga nakað rationelt um hetta.
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
2025/12/21
Menniskjan tráar eftir njóting og vil sum minst hava ella kenna nakað til líðing. Jógvan D. Hansen, námslektari er gestur.
Akademia:Hevði eg viljað, at hetta var galdandi lóg?
2025/12/14
Sendingin í dag snýr seg um, hvat Immanuel Kant segði um kategoriska imperativið. Hava vit moralska skyldu hvør móti øðrum ? Tann góði viljin er treytaleyst góður og er góður í sjálvum sær, sigur Kant.
Akademia:"Hvat er dygd?"
2025/12/07
Hvat er dygd og hvat er endamálið við samfelagnum ? Alt strembar eftir einum endamáli, men hvat strembar mannalívið eftir? Øll menniskju hava eitt potentiali, segði Aristoteles, og samfelagið skal gera karmarnar, so menniskjað kann blóma.
Akademia:"Lívkyn og málkyn"
2025/11/30
Hvat er lívkyn og hvat er málkyn? Hvat er lívfrøðiliga treytað og hvat sprettur úr okkara mentunarliga umhvørvi ?
Akademia: Fara vit at spæla Guð ?
2025/11/23
Hvat sigur menningarlæran og hvør dugir best at tillaga seg. Er alt tað skapta støðugt ella broytist alt skapanarverkið, sum tíðin gongur? Trongdin at yvirliva og trongdin at nørast eru sterkar. Og hvussu við tí nátúrligu útveljingini ?
Akademia:"Samanhangur millum orsøk og at nakað hendir?"
2025/11/21
Hvat er tað, sum ger, at verðin hongur saman í rúm, tíð og kausaliteti? Og hvussu skilja vit, at allir gamlir dreingir eru ógiftir og allar kettur hava nítjan ryggjageislar ?
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
2025/11/09
Hvat er menniskjað ? Náttúra ella nakað meiri ? Hvussu við tilvitanini og sálini ? Hvussu kann nakað ávirka nakað fysiskt, sum ikki sjálvt er fysiskt?
Akademia:"Endamálið er tað eydnuríka lívið."
2025/11/02
Hevur alt eina orsøk ? Hvørji eru tey mest basalu eyðkennini við øllum tí verandi ? Hvussu við idéheiminum hjá Platon og hvussu fáa vit innlit? Aristoteles helt, at endamálið er tað góða lívið, tí eitt væleydnað lív er, tá ein menniskja kann brúka sína gávur til fulnar og blóma.
Akademia: Idé heimurin hjá Platon
2025/10/26
Ein metafysiskur spurningur er: Havi eg ein frían vilja ? Hevur alt eina orsøk ? Hvørji eru tey mest fundamentalu eyðkennini við øllum tí verandi ? Jógvan D. Hansen, námslektari, er gestur í útvarpsstovuni.
Akademia:"Er bert vitið doypt eru kenslurnar heidningar".
2025/10/19
Kunnu kenslur forða fyri kunnleika og er eitt skilmark millum kenslur og fakta. Er maðurin kultur og kvinnan natúr? Er vísindin neutral ella litað av kyni?

Podcast reviews

Read Akademia podcast reviews


0 out of 5
0 reviews

Podcast sponsorship advertising

Start advertising on Akademia relevant audience podcasts


What do you want to promote?