
Advertise on podcast: Breddin
This podcast has
53 episodes
Language
EnglishPublisher
Kringvarp FøroyaExplicit
No
Date created
2019/10/02
Latest episode
2026/11/06
Average duration
47 min.
Release period
3 days
Description
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Unlock Breddin podcast Email contact info,
Listeners & Audience details
Email contact information
Direct podcast contact details

Listeners
Audience numbers & engagement insights

Audience details
Podcast Insights

Podcast episodes
Check latest episodes from Breddin podcast
Breddin: Fríhandilsavtalur við Suðurkorea og Kina
2026/11/06
Arbeitt verður við at fáa fríhandilsavtalur í lag við Suðurkorea og Kina, og Brasil er eisini í kikaranum.
Fyri uppsjóvarvinnuna er tað kanska serliga Suðurkorea, sum er mest áhugavert.
Har búgva umleið 52 milliónir fólk, og tey eta nógvan makrel. Eitt semjuskjal um at fara undir ítøkiligar samráðingar um fríhandilsavtalu verður væntandi undirskrivað í næstum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar og føroyskt vinnulív?
Vit tosa við umboð fyri vinnu og myndugleikar, og í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul hava vit hitt ein fiskakeypara, sum hevur vitjað í Føroyum og er spentur eftir at sleppa at keypa føroyskan makrel - um tollforðingarnar fyrst verða tiknar burtur.
Gestir: Jaesok Yang, fiskakeypari úr Suðurkorea, Bogi P. Nielsen, stjóri í Pelagos, Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Herálv Joensen, aðalstjóra í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum.
Gjørt sendingina: Ingolf S. Olsen og Frants Jensen.
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
2026/11/05
'Leivur vil liva', men tað er trupult at sleppa í viðgerð og fáa tað tilboð, sum hann og hansara líkar hava tørv á.
Í dag eru Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í útvarpsstovuni, og svara spurningum, millum annað um, nær nakað tílíkt tilboð kemur.
Miðskeiðisvalið
Ein blá bylgja skolaði yvir USA týsdagin, tá ið demokratiski flokkurin vann bæði umboðsmannatingið og senatið. Vit tosa við politiskan viðmerkjara um, hvat tað merkir fyri framtíðina í landinum og restina av heiminum.
Gestir: Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, og Sámal Matras Kristiansen.
Gjørt sendingini: Birgit Carina Eliasen, Katrin Johannesen og Frants Jensen.
(Ein Eyka Breddi við longri samrøðu við Sámal Matras Kristiansen liggur her)
Breddin Eyka: Úrslitið av miðskeiðisvalinum
2026/11/05
Ein blá bylgja skolaði yvir USA týsdagin, tá ið demokratiski flokkurin vann bæði umboðsmannatingið og senatið.
Í hesum eyka partinum tosa vit við politiskan viðmerkjara um, hvat tað merkir fyri demokratiska og republikanska flokkin og hvat fer at henda tvey tey næstu árini fram til næsta forsetaval.
Við í sendingini: Sámal Matras Kristiansen
Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Frants Jensen, sum eisini var redaktørur
Teknikari: Kári Annand Berg.
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
2026/11/03
Veljarakanningar benda á, at demokratarnir í USA fara at vinna umboðsmannatingið, men tá ið talan er um senatið, stendur meira á jøvnum millum demokratarnar og republikanararnar.
Í dag er miðskeiðisval í USA, har amerikanarar skulu gera av, um lóggávutingið framvegis skal vera republikanskt, ella um demokratarnir skulu fáa meiriluta.
Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt hjá Donaldi Trump, forseta, at fremja sín politikk í verki.
Gestir: Manuel James Delgado, amerikanari í Føroyum, Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.
Gjørt sendingina hava: Frants Jensen og Ingolf Sólheim Olsen
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
2026/10/30
Ísraelar hava talt atkvøðurnar eftir tjóðartingsvalið týsdagin, men eingin greiður vinnari er.
Hvørki vongurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, ella vongurin hjá avbjóðaranum, Gadi Eisenkot, kann telja upp í 61 sessir í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, sum skulu til fyri at skipa meirilutastjórn. Hvat gera teir so nú, spyrja vit í sendingini í dag.
Rúsevnaviðgerð
Rúsevnaviðgerð snýr seg um lív ella deyð. Vit spyrja tveir politikarar, um tað er neyðugt við fleiri arbeiðsbólkum og tørvslýsingum, heldur enn bara at herja á við teimum 58 tilmælunum, sum hava ligið klár í meira enn fýra ár.
Við í sendingini: Heini í Skorini, Magni Højgaard og Eirikur í Jákupsstovu.
Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen og Ingolf Sólheim Olsen, sum eisini var redaktørur.
Teknikari: Kári Annand Berg.
Telefonsamrøðan við Putin og sproytumisnýtsla
2026/10/29
Tvey evni eru í sendingini.
Samstundis sum norðurlondini eru komin saman á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, í vikuni at finna felags loysnir um trygd, gjørdu norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og finski forsetin, Alexander Stubb, av at ringja til russiska forsetan, Vladimir Putin.
Danski forsætisráðsharrin, Mette Frederiksen, fanst at norðurlendsku starvsbrøðrum sínum fyri at ganga egnar leiðir, men er síðani sjálv komin í andglettin fyri at hava lopið framav. Var danski forsætisráðharrin í so skjót við atfinningunum?
Vit tosa við landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum var staddur á norðurlandaráðsfundinum í Helsinki.
Sproytumisnýtsla er ikki eitt nýtt fyribrigdi í Føroyum, sigur fyrrverandi misbrúkari, sum hartar samfelagið fyri ikki at hava tikið rúsevnistrupulleikan í álvara.
Í sendingini í dag tosa vit við Janu Mariu McKay, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár. Vit hoyra hennara søgu, hvussu hon bleiv rúsfrí og hennara hugsan um, hvussu misbrúkarar vera raðfestir í Føroyum.
Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, Birita Matras Petersen, og Ingolf Sólheim Olsen, sum eisini var redaktørur.
Við í sendingini: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Janu Mariu McKay.
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
2026/10/27
Tvey evni eru í sendingini í dag
Ísraelar skulu í dag gera av, hvør skal sita í teimum 120 sessunum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, næstu fýra árini.
Hetta er fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael síðani álopið hjá palistinska Hamas í Ísrael 7. oktober í 2023. Hvussu merkir tað valdagin í dag?
Hvat snýr hetta valið seg um, og megnar Benjamin Netanyahu, sitandi forsætisráðharri, at halda fast um valdið undir øktum trýsti innanhýsis í Ísrael og uttanífrá?
Vit eru eisini á ársfundi hjá Norðurlandaráðnum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki. Talan er um fyrsta fundin, eftir at Føroyar, Grønland og Áland hava fingið fast sæti í formansskapinum hjá ráðnum.
Við í sendingini: Beinir Johannesen, løgmaður, Sunnvá Dahl Høgfeldt, komandi varaforseti í Norðurlandaráðnum, og Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Ísrael.
Gjørt sendingina hava: Katrin Johannessen, Birgit Carina Eliasen, Birita Matras Petersen og Ingolf Sólheim Olsen, sum eisini var redaktørur.
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
2026/10/23
Landsstýrið hevði stórar ætlanir í 2024, at fimm nýggjar vindmyllulundir skuldu koma upp í Føroyum eftir fimm árum.
Nú skuldi nakað henda við grøna orkuskiftinum. Men enn er eingin nýggj mylla komin upp. Alt er steðgað upp í mótmælum og fleiri umhvørviskanningum.
Nýggja ABC-samgongan sigur í samgonguskjalinum "Vit skulu seta ferð á grøna orkuskiftið".
Hvat ætlar nýggja landsstýriskvinnan í orkumálum at gera, so at Føroyar koma longur á leið í grøna orkuskiftinum?
Gestir: Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, Terji Nielsen, menningarleiðari í Sev, Ragnar Mouritsen, lektari á Fróðskaparsetrinum, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Vertir: Frants Jensen og Annika Bolton Mortensen
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
2026/10/22
Síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022 hava Føroyar latið umleið 25 milliónir krónur í stuðli til Ukraina. Tað svarar til 0,09% av BTÚ.
Danmark hevur latið munandi meira enn Føroyar. Tey hava latið 3,25% av BTÚ.
Um Føroyar skuldu verið á donskum stigi og latið 3,25% av BTÚ, so høvdu vit latið 910 milliónir krónur.
Politiskt kjak verður millum tvey av fyrrverandi landsstýrisfólkinum í uttanríkismálum, Sirið Stenberg og Jenis av Rana.
Vit frætta eisini frá føroyingi á hermótinum og um støðuna hjá ukrainsku flóttafólkunum í Føroyum.
Luttakarar í sendingini: Sirið Stenberg, Jenis av Rana, Jógvan Kallsoy og Kristina Cole.
Gjørt sendingina hava: Frants Jensen, Annika Bolton Mortensen og Mathias Dimon Næs.
Breddin: Avrúsing og viðgerð í heilsuverkinum og ófriður í Fraklandi
2026/10/20
Funnist hevur verið at heilsuverkinum, síðani dokumentarurin "Leivur vil liva" var sendur í sjónvarpinum.
Í dag tosa vit við Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, og Anniku Holm, leiðara á Heilbrigdi.
Ófriður í Fraklandi
Ógvisligur ófriður hevur verið í Fraklandi um vikuskiftið. Ófriðarkroppar gjørdu um seg, settu eld á, brutu inn og rændu handlar.
Vit spyrja: Hvat hendir í Fraklandi, og hví breiðir harðskapurin seg til onnur lond í Evropa?
Lagt til rættis: Birgit Carina Eliasen, Frants Jensen, Katrin Petersen, Annika Bolton Mortensen, Bárður Thomsen og Mathias Dimon Næs
Við í sendingini: Tórmóður Stórá, Annika Holm, Mena Joensen, Anja Eyvindsson, Sámal Matras Kristinansen
Breddin: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin
2026/10/16
Tvey evni eru í sendingini.
- Støðan hjá teimum, sum misnýta rúsevni, er ikki nøktandi, tí vit duga ov illa at raðfesta tey, sum longu eru misnýtarar, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum.
Í sendingini í dag tosa vit við Martin Kúrberg, sum sjálvur var misnýtari í nógv ár. Vit hyggja at avbjóðingum og loysnum á økinum - og vit fara aftur um sendingina "Leivur vil liva", sum var í sjónvarpinum í gjárkvøldið, og sum setur sjóneykuna á júst hesi viðurskiftini.
Fiskavirkisskipanin
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Margit Stórá, ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanini.
Men hvat siga fyritøkurnar, sum í dag fáa gagn av skipanini, og hvat sigur ALS-stýrið?
Gestir: Margir Stórá, landsstýriskvinna í Almanna- og bústaðamálum.
Gjørt sendingina hava: Birgit Carina Eilasen, Annika Bolton Mortensen og Frants Jensen, sum eisini var redaktørur.
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
2026/10/15
Tøknin elvir til avbjóðingar, bæði her heima og úti í verð.
Altjóða tykist semja vera um, at børn skulu ikki reika runt á internetinum og sosialum miðlum óavmarkað, og ymiskar avmarkingar eru gjørdar, ella eru á veg.
Børn spegla sær í teimum vaksnu - og hetta er eisini galdandi fyri lærarar í skúlatíðini.
Her heima verða blýantar, pappír og krit ikki brúkt so nógv longur. Nú skal tað mesta ganga fyri seg á skíggjum. Og meðan snildfonin er tikin frá børnunum, vilja lærarar hava arbeiðstelefonir aftrat sínum egnu privattelefonum, at brúka í skúlatíð.
Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum.
Gestir: Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, Eyðun Gaard, stjóri í Námi, og Steintór Rasmussen, lærari.
Vertur: Annika Bolton Mortensen
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
2026/10/13
Tað er vorðið dýrari og dýrari at fylla sær tangan.
Bensinprísurin er farin upp á 15 krónur og 56 oyru fyri liturin, og diesel kostar16 krónur og 38 oyru fyri liturin. Og at hita sær húsini kostar nú 13.725 krónur fyri 1000 litrar av olju, keypir tú frá Effo ella Magn.
Í vár segði samgongan, at brennievni til bilar var so dýrt, at neyðugt var at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli í tríggjar mánaðir fyri at veita fólki stuðul, sum vóru illa sperd fíggjarliga.
Nú er prísurin farin enn longri upp.
Men ætlar samgongan at gera nakað fyri at lætta um hjá føroyingum?
Politiskt orðaskifti var í seinnu helvt av sendingini millum Helga Abrahamsen, formann í fíggjarnevndini, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmann fyri Tjóðveld.
Vertur: Frants Jensen, sum eisini er redaktørur.
Breddin: Manchester City - ein fótbóltsgøla fyri milliardir
2026/10/09
Frá at vera eitt felag, sum stríddist í triðbestu deildini, hevur Manchester City seinastu árini verið eitt av mest sigursvandu fótbóltsfeløgum í Onglandi.
Men nú eru myrk skýggj at hóma yvir felagið.
Ein óheft nevnd hevur funnið Manchester City sekt í 114 av 115 ákærupunktum um brot á fíggjarreglurnar í Premier League.
Felagið sigur seg ikki hava gjørt nakað galið, og hevur kært úrskurðin.
Men hvørjar avleiðingar kann hetta fáa?
Kann City missa stig, meistaraheiti - ella kann tað enda við, at felagið verður tvingsilsniðurflutt til ein av lægru deildunum í Onglandi?
Og hvat merkir málið fyri trúvirðið hjá enskum fótbólti?
Gestir: Tróndur Arge, ítróttarjournalistur, og Eli Thorsteinsson, løgfrøðingur.
Vertur: Sigurjón Einarsson
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
2026/10/08
13,5 milliónir krónur í avlopi.
Tað vísir fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár.
Men longu nú eru fleiri sparingar undir trýsti.
Sendistovan í Tel Aviv verður eftir øllum at døma kortini ikki latin aftur, kommunurnar mótmæla ætlanini um havnargjøld, og Læknafelagið rópar varskó, nú eingin nýggj játtan verður til serlæknapuljuna.
Samstundis eru stórar íløgur á skránni.
Men hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið?
Hvussu er politiska stevið í nýggju samgonguni?
Og hvat leggja samgongan og andstøðan áherðslu á, nú fíggjarlógin er til fyrstu viðgerð í tinginum.
Tað fara vit at viðgera saman við politisku viðmerkjarunum í dag.
Gestir: Árni Gregersen, journalistur og Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna
Gjørt sendingina hava: Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini var redaktørur og vertur
Podcast reviews
Read Breddin podcast reviews
Podcast sponsorship advertising
Start advertising on Breddin relevant audience podcasts
You may also like to advertise on these Podcasts

4.116032467
The Tucker Carlson Show
Tucker Carlson Network

4.828083456
Huberman Lab
Scicomm Media

4.240683
To Be The Man
Podcast Heat | Cumulus Podcast Network

4.41511502000
The Ben Shapiro Show
The Daily Wire

4.2155648
TENNIS.com Podcast
TENNIS.com Podcast/Tennis Channel Podcast Network

4.510867776
The Joe Budden Podcast
The Joe Budden Network

4.611681506
The Bulwark Podcast
The Bulwark

4.711521392
Matt and Shane's Secret Podcast
Matt McCusker & Shane Gillis

4.82558181
Smosh Reads Reddit Stories
Smosh

4.975252754
Small Town Murder
James Pietragallo, Jimmie Whisman