Læn mær eitt oyra

Advertise on podcast: Læn mær eitt oyra

This podcast has
17 episodes
Language
Publisher
Explicit
No
Date created
2020/11/20
Average duration
22 min.
Release period
63 days

Description

Læn mær eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.

Podcast episodes

Check latest episodes from Læn mær eitt oyra podcast


Set orð á pengar
2023/03/03
Cecilia Noløse Sørensen hevur instagramvangan Fíggjarligt frælsi, har hon tosar púra opið um pengar. Hon greiðir sínum fylgjarum frá síni løn, skuld, forbrúki, fíggjarligum málum og ivamálum. Við vanganum vil hon vera við til at bróta tabu - at læra seg og onnur at tosa um pengar - tí sum hon sigur, opinleikin um pengar kann geva okkum eitt betri yvirlit yvir okkara fíggjarstøðu.  Í hesum poddinum tosa vit við Ceciliu um, hví vit tora so illa at tosa um pengar. Vit tosa eisini um kvinnur og pengar, forbrúk og vegin til fíggjarligt frælsi. 
more
Ert tú rætt tryggjað/ur?
2023/02/01
Tað kann gerast sera dýrt, um tú ikki hevur røttu tryggingarnar, so tí er tað umráðandi, at tú ert rætt tryggjað/ur.  Heidi í Homrum, sum er privatkundaráðgevi hjá Trygd, greiðir frá, hvørjar tær mest vanligu tryggingarnar eru, og hvat tær dekka. Eisini kemur hon við dømum um, hvat fólk ofta brenna seg av í sambandi við tryggingar.  Lurta og vita, um tú hevur tær røttu tryggingarnar. 
more
Árið, ið fór
2022/12/20
Hvat hevur eyðkent búskapargongdina Í 2022? Hvat kunnu vit vænta okkum av 2023? Og er orsøk til at stúra fyri gongdini komandi tíðina?  Tað spyrja vit Turið F. Arge, stjóra í BankNordik, um í hesum poddinum. 
more
Gert tú mun?
2022/11/14
At liva burðardygt er gott fyri samvitskuna, men er tað eisini gott fyri pengapungin?  Í hesum poddinum tosa vit við Kára Mortensen, leiðara á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Vit spyrja hann, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt í gerandisdegnum, og hvussu nógv vit kunnu spara. 
more
Deildin á Tvøroyri 100 ár
2022/10/12
Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina.  Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin  - so tað var ikki av tilvild, at ein deild varð stovnað júst har.  Í poddinum greiðir Jens Arni Leo Hammerfoss, søgufrøðingur, frá tíðini, tá ið bankadeildin á Tvøroyri varð stovnað, og hvussu samfelagið á Tvøroyri var í 1922. Eisini greiðir hann frá, hvussu bankin sum heild er broyttur hesi seinastu 100 árini. 
more
Hækkandi rentur
2022/09/21
Renturnar eru hækkaðar nógv seinastu tíðina. Men hví hækka renturnar, og hvussu ávirka høgu renturnar vanliga føroyingin?  Tað spyrja vit Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á íløgudeildini hjá BankNordik. 
more
Ung og pengar
2021/11/16
Vit hoyra nógv um, at tey ungu vita ov lítið um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum og síni fíggjarviðurskifti. Men hvør er leikluturin hjá foreldrunum, tá tað kemur til fíggjarviðurskiftini hjá børnunum? Og eru nøkur góð ráð til foreldrini, um hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum at fáa sunnar pengavanar? Í hesum poddinum gevur Anja Rein, deildarstjóri í deild Tórshavn í BankNordik, okkum nøkur góð ráð.
more
Burðardyggar íløgur
2021/09/23
Vit skulu vera meira og meira burðardygg.  Eisini tá tað kemur til íløgur.  Men hvat er ein burðardygg íløga? Og hvat fær ein burturúr at gera burðardyggar íløgur? Í hesum poddinum tosa vit við Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á Íløgudeildini í BankNordik, um at gera burðardyggar íløgur.
more
Bústaðarlán
2021/06/09
Hvat skal til fyri at fáa lán til at keypa eini hús? Hvussu stór skal eginfíggingin vera? Og hvat ger man, um man ikki fær lán til síni dreymahús?  Í hesum poddinum tosa vit við Anju Rein, sum er leiðari á deildini í Havn, um bústaðarlán og um hvat skal til fyri at fáa fígging til dreymahúsini. 
more
Bústaðarkeyp
2021/05/21
Hvussu tryggjar tú tær, at tú keypir eini hús í góðum standi? Og um tú skalt selja, hvat skalt tú so gera fyri at fáa sum mest fyri húsini? Í hesum poddinum tosa vit við Petur Mohr Niclasen, stjóra í Skyn, sum gevur góð ráð til teirra, ið annaðhvørt skulu keypa ella selja eini hús. Eisini gevur hann eitt yvirlit yvir gongdina á bústaðarmarknaðinum í Føroyum. 
more
Negativ renta
2021/04/27
Vanligt hevur verið, at tú fært pengar fyri at hava pengar standandi á kontu, og at tú rindar fyri at lána pengar. Men nú skalt tú rinda fyri bæði at lána og at eiga pengar. Hvussu ber hetta til?  Í hesum poddinum tosa vit við Turið F. Arge, rakstrarstjóra í BankNordik, um negativa rentu. 
more
Hjúnaskilnaður og pengar
2021/04/14
Tann fíggjarligi parturin fyllir ofta nógv, tá ið vit skulu skiljast: Skal alt deilast líka? Hvussu við barnapengum? Hvønn týdning hevur serogn? Og hava vit yvirhøvur ráð at skiljast?  Í hesum poddinum hoyra vit Jóhan E. Simonsen, løgfrøðing, greiða frá, hvat hendir við pengunum, tá ið eini hjún fara hvør til sítt.
more

Podcast reviews

Read Læn mær eitt oyra podcast reviews


0 out of 5
0 reviews

Podcast sponsorship advertising

Start advertising on Læn mær eitt oyra & sponsor relevant audience podcasts


What do you want to promote?

Ad Format

Campaign Budget

Business Details